Mælir frá at lækka skattin og mvg fyri at hjálpa fólki

Skulu fólk hava fíggjarliga hjálp, nú prísirnir eru hækkaðir, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eina greiða meining um, hvussu tað skal gerast

Nú prísirnir á brennievni, matvørum, og øðrum vørum, eru nógv hækkaðir, hevur nógv verið tosað um at veita teimum, sum eru ringast fyri, fíggjarliga hjálp fyri at fáa endarnar at røkka saman. Serliga hevur andstøðan í Løgtinginum strongt á fyri at fáa ein hjálparpakka til pensjónistar, og onnur, sum er ringast fyri fíggjarliga. Eitt nú hevur andstøðan tosað um at lækka mvg á matvørum, og tosað hevur verið verið um at lækka, ella at avtaka avgjaldið á húsarhaldsolju.

 

Hinvegin hava búskaparfrøðingar víst á, at verður ein hjálparpakki snikkaður til, eigur hann at verða markaður til teir bólkarnar, sum eru ringast fyri – og hann eigur at verða tíðaravmarkaður.

 

Hinvegin hevur landsstýrið tikið at støðu, at bíða við einum hjálparkakka fyri at vita, hvussu gongdin verður. Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvørja støðu hann hevur til hesi viðurskifti.

 

Hann ger greitt, at hann mælir frá at lækka skattir, mvg og onnur avgjøld yvir ein kamb, soleiðis sum partar av andstøðuni hava mælt til. Verður tað mett at vera neyðugt - og ráðiligt - at seta hjálpartiltøk í verk í sambandi við prísvøksturin, mælir Fíggjarmálaráðið til at brúka verandi skipanir hjá landinum til endamálið, sigur Uni Rasmussen.

 

Hann sigur, at talan kann vera um at brúka skipanina við familjuískoytið, viðbótina í fólkapensjónini og reglurnar um fíggjarligt ískoytið til serligar útreiðslur.

 

– Fíggjarmálaráðið mælir frá at brúka skattaskipanina ella at broyta avgjøld ella meirvirðisgjaldið á ávísum vørum í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann mælir somuleiðis til, at møgulig hjálpartiltøk vera tíðaravmarkað. Og harafturat mælir hann til, at hjálpartiltøkini verða fult fíggjað við at lækka aðrar útreiðslur hjá landinum, ella við at hækka inntøkurnar hjá landinum. Hann leggur nevniliga dent á, at fíggjarliga úrslitið hjá landinum í ár ikki verður verri av tí at hjálpartiltøk verða sett í verk.