Í kvøld skipar Fakfelagssastarvið fyri pallborðsfundi við umboðum fyri politisku flokkarnar um ætlanina hjá samgonguni at hækka pensjónsaldurin.
At síggja kann tað síggja út til at vera eitt taparamál hjá samgonuni, tí fakfeløgini taka als ikki undir við hesum, og andstøðan ger sær dælt av støðuni og tekur heldur ikki undir við málinum. Tað er Búskaparráðið sum trýstir á landsstýrið, tí hetta skal bøta um langtíðarhaldføri í búskapinum. Men eisini ætlanin um Suðuroyartunnlin trýstir á, tí Framsókn hevur greitt boðað frá, at flokkurin tekur ikki undir við Suðuroyartunlinum, um ikki málið um haldføri í búskapinum er loyst áðrenn.
Búskaparráðið, Landsbanki Føroya og Arbeiðsgeverafelagið taka undir við at hækka pensjónsaldurin, meðan øll fakfeløgini eru ímóti.
Og fakfeløgini, ið plaga at standa Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi nær, eru ikki blíð. Í yvirlýsing skrivaðu tey í síðstu viku, at tey kenna tað soleiðis, at tryggleikin er tikin frá teimum:
– Politiski myndugleikin er vorðin kaldur og kensluleysur. Uttan fyrilit til menniskjaligu rættindini til verandi pensjónsaldur, er ætlanin at kroysta enn eina hækking av pensjónaldrinum niður yvir borgaran, skrivaðu tey.
– Atlit verður ikki tikið til, at heilustøðan hjá fólkinum ger, at ein stórur meiriluti ikki megnar at arbeiða ellisárini. Ein stórur partur av fólkinum verður á henda hátt trælur á arbeiðsmarknaðinum, tí tað verður ein fíggjarlig vanlukka, um ein ikki megnar at arbeiða heilt til ætlaða 70-ára aldur.
– Pensjónsaldurin er áður hækkaður og hóast mótmæli, varð tann broytingin framd. Við ætlanini um enn eina hækking verður tryggleikin í ellisárum skryktur undan borgaranum. Hvar eru rættindini hjá borgaranum, spyrja fakfeløgini.
– Hví verða tey ikki vird?
– Hvat verður tað næsta?
– Hetta ber ikki til!
– Nú er nógmikið!
Spurningurin er, um fakfeløgini hava ávirkan á samgonguflokkarnar. Seinast fakfeløgini vóru í álvarsligum stríðið við serliga Javnaðarflokkin, undan løgtingsvalinum í 1994, fekk flokkurin ein ordans avsmurning. Tað var á løgtingsvalinum í 1994, tá Javnaðarflokkurin misti fimm tingfólk og fóru úr 10 tingfólkum niður í 5 tingfólk. Javnaðarflokkurin fór úr 27,5 prosentum niður í 15,3 prosent.