Mæla frá at koyra bil – eisini innanbýggja

Tað er av ringasta kavaroki um tað mesta av landinum

Tað er av ringasta kavaroki og løgreglan mælir fólki frá at fara í bil, eisini innanbýggja, í hvussu so er í Havn.

Tað er ikki koyrandi um Velbastaðháls og til Vestmanna, men eisini innanbíggja í Havn eru líkindini so ring, at tað er ikki koyrandi.

 

Løgreglan sigur, at nakrir bilar standa fastir ímillum bygdir, løgreglan hevur støðugt samband við fólkini í bilunum.

Fleiri bilar standa eisini innanbýggja í Havn, men teir hava fólk sett frá sær, har teir standa, og eru farin til gongu.

Hava lesarar hjá okkum myndir av kavarokinum í dag, eru tit vælkomin at senda okkum tær á post(at)in.fo