Snæbjørn í Dali, sum skrivar heimasíðuna hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, hevur verið á Landssjúkrahúsinum og vitjað Bulgaran, Kaoyan Spirov, sum misti høgra bein, tá skipið, hann var við hjá Thor í Hósvík - Christian Høj, fyrrverandi Suðurvarði - skuldi leggja til bryggju.
- Kaoyan Spirov var sera fegin fyri vitjanina, og bað meg endiliga koma aftur at vitja.
Tað skrivar Snæbjørn i Dali á heimasíðuni.
- Bulgarin segði, at dagarnir kundu kennast drúgvir, og hann hevði brúk fyri at fáa vitjan. Tað gjørdi alt lættari, nú hann hevur mist høgra bein.
Kaoyan Spirov segði seg vera nógv plágaðan av, at hann hevur mist beinið, og hann ger sær nógvar tankar um framtíðina.
- Læknarnir meta, at hann noyðist at vera í Føroyum í nakrar vikur.
Snæbjørn í Dali sigur, at tað er okkurt smáting, sum bulgarin hevur saknað, meðan hann hevur ligið á Landssjúkrahúsinum, og tað fer hann at hjálpa honum við, tá hann fer aftur á vitjan.