Maðurin sum hóttir útróðrarmenn

Soleiðis sær hann út, aggressivi amerikanski fyrrverandi hermaðurin, skipari á Sam Simon.

Keldur siga fyri in.fo í kvøld, at tað er Adam Meyerson, fyrrverandi amerikanskur hermaður, sum hóttir føroyskar útróðrarbátar við ásigling. 

 

- Hetta er maðurin, skiparin á Sam Simon, sum næstan siglir menn niður, ið eru á útróðri kring oyggjarnar.

 

Sagt verður, at Adam Meyerson er minst líka so víðgongdur og Paul Watson. Tað siga føroyingar, sum hava tjattað við hann.

 

- Hann vil veruliga banka okkum uppá pláss. Ja, soleiðis sær hann út, aggressivi amerikanski fyrrverandi hermaðurin, sum nú er skipari á Sam Simon.