Ein einsamallur norðmaður sum fór út av

- Hetta var ikki ein útlendskur ferðamaður, sum áður sagt, men ein norðmaður, sigur løgreglan.

Í gjár frættist, at ein maður var dottin út av sonevnda Prædikustólinum í Noregi og hevði latið lív. Í dag veit norska løgreglan at siga, at maðurin er norðmaður og var einsamallur á ferðini, tá hann fór út av. 

 

Maðurin er ikki alment eyðmerktur enn, men tað, sum hann hevði uppi á sær av samleikaprógvum, ger, at løgreglan er rættiliga sannførd um, hvør hann er.

 

Eftir hendingina segðist, at talan var um ein útlendskan ferðamann, sum var saman við øðrum í einum lítlum ferðalag. Men, hetta var ikki rætt. Í dag hevur løgreglan sett seg í samband við avvarðandi hjá manninum, sum læt lív.

 

Lagt verður aftrat, at illgruni er ikki um, at nakað revsivert er hent. Tvey vitni hava fortalt løgregluni, at maðurin gleið og datt út av, veit tíðindastovan NTB at siga í dag. 

 

Prædikustólurin er ein fjallaslætti, sum er umleið 600 metrar høgur niður í Lysefjørðin í Noregi.