Sorin Anghel, sum hevur spælt í føroyskum fótbólti síðani aldarskiftið, gevur her føroyska landsliðnum góð ráð undan landsdystinum í morgin.
- Um eg skal geva Lars Olsen eini góð ráð, so er tað at ansa eftir Lucian Sânmărtean. Hann er teknist væl fyri, skjýtur góðar deyðbóltar og er góður til at leggja avgerandi avleveringarnar, sigur Sorin Anghel um 35 ára gamla miðvallaran. Sorin leggur stóran dent á, hetta er maðurin, sum skal okkara skulu halda neyvt eyga við.
Rumenia uttan stjørnuspælaran
Eins og føroyska landsliðið, so er rumenska landsliðið uttan onkrar av profilunum. Føroyar er uttan Hall Hansson(leikbann), Fróða Benjaminsen(arbeiði), Jónas Tór Næs(skaði í økslini), Bárð J. Hansen(mjødnin) og Arnbjørn Hansen(fibur).
Hinvegin, so eru Rumenia uttan Ciprian Marica, sum er stóra álopsvápið hjá Anghel Iordanescu. Hann er skaddur.
-
Ciprian Marica hevur spælt í Týsklandi við VfB Stuttgart og Schalke 04. Hann er stóri spælarin í løtuni, men hann er ikki við, sigur Sorin Anghel.
Liðskiparin hjá Rumenia, Razvan Rat, er sera ivasamur til dystin. Hetta hevur stóran týdning fyri liðið heldur Sorin Anghel.
-
Hann hevur nógvar royndir og hinir spælararnir lurta eftir honum. Tað merkist um hann ikki er við, sigur Sorin Anghel, sum í fjør gavst at spæla á hægsta stigi í Føroyum.
Sorin Anghel vónar, at Føroyar koma væl frá dystinum, men hann væntar føroyska liðið kemur undur eitt stórt trýst.
- Trýstið er á Rumenia, sum ætlar sær víðari úr bólkinum. Tí vænti eg, at teir koma at leggja Føroyar undir eitt stórt trýst við tí fyri eyga, at vinna bóltin langt uppi á vøllinum. Teir leggja eisini nógv trýst á síðurnar og koma við fleiri innleggum, greiðir Sorin frá.
At enda, so tippar Sorin at Rumenia vinnur.
- Eg vænti at Rumenia vinnur 2-0 ella 3-1, sigur Sorin Anghel at enda.
Landsdysturin móti Rumenia byrjar klokkan 17 í dag.