Maður yvirkoyrdur í Kollfjarðartunlinum

Ein maður á súkklu var fyri løtu síðani yvirkoyrdur í Kollfjarðartunlinum, og hann er nú deyður, sigur løgreglan.

Ein maður var fyri løtu síðani yvirkoyrdur í Kollfjarðartunlinum, og maðurin doyði av løstunum. 

 

Øll ferðsla verður koyrd á Oyggjarvegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Vanlukkan hendi um klokkan 15.00

 

Vit frætta meira um hesa ræðuligu vanlukku seinni í dag, tá ið løgreglan hevur meira upplýsingar.