Løgreglan váttar, at ein maður við byrsu er handtikin í Miðvági í kvøld.
Maðurin situr í løtuni í varðhaldinum í Klaksvík. Sum skilst hevur hann fingið nakað nógv at drekka í kvøld og skal so møguliga hava hótt onkran við byrsuni. Eingi skot vóru loyst av, boðar løgreglan frá.
Løgreglan er sum heild sera fáorðað um málið, men sigur, at meiri verður at frætta í morgin árini. Tað er tó sannlíkt, at talan verður um eitt grundlógaravhoyr í morgin.