Maður sligin í andlitið

Politiið leitar eftir gerningsmanni, sum í nátt slóð ein miðaldrandi mann í andlitið

Politiið leitar eftir gerningsmanni, sum í nátt slóð ein miðaldrandi mann í andlitið.

Hendingin fór fram í miðbýnum í Havn um fimm tíðina í morgun. Maðurin, sum varð sligin, fekk skaða í andlitið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.

Løgreglan kom á staðið, men fekk ikki fatur á gerningsmanninum, sum var rýmdur.  Løgreglan sigur seg tó hava slóðir at elta, og í dag skulu onkrar avhoyringar gerast afturat.
Løgreglan roknar við at finna tann, ið sló.