Maður skotin í Dalslandsgade

Sum skilst er hann skotin í beinið. Oyrasundskollegiið, har nógvir føroyingar búgva, er í Dalslandsgade.

Ekstrablaðið veit fyri løtu síðani at siga, at ein maður er skotin í Dalslandsgade, tætt við lestrarbústaðir har á leiðini.

 

Mangir føroyingar búgva á Øresundskollegiet, sum liggur við Dalslandsgade, men onki verður sagt um, hvørt nakar føroyingur er partur í málinum.

 

Løgreglan ger kanningar í løtuni, og sigur tí ikki so nógv, men sum skilst er ein maður skotin í annað beinið. Maðurin, ið hevur skotið, er ikki handtikin enn, og løgreglan veit enn ikki hvør hann er.

 

Vitni siga tó fyri Ekstrablaðnum, at hann for stillisliga avstað, eftir at hava skotið.