Maður innlagdur eftir slagsmál í Klaksvík

Ein persónur varð í nátt innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús, eftir at hann varð sligin og møguliga sparkaður. Leitað verður eftir gerningsmanninum

Klokkan 04.55 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um ein persón, sum varð innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús til kanningar, eftir at hann varð álopin uttan fyri festivaløkið hjá Summar Festivalinum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn varð maðurin sligin í andlitið og møguliga sparkaður.

 

Kanningarnar staðfesta, at maðurin hevur brotið kjálkabeinið og hevur mist eina tonn.

 

Løgreglan er nú í gongd við kanningar fyri at fáa staðfest, hvør gerningsmaðurin er.

 

Umframt harðskapsmálið her, hava verið fleiri fráboðanir um rumbul inni á og uttanfyri festivaløkið. Hesi mál eru tó loyst á staðnum uttan stórvgis hóvasták, og eingin hevur fingið navn sítt í svørtubók av hesum.

 

Løgreglan fær eisini fráboðanir um fleiri smærri mál, eitt nú ov harðan tónleik á kampingøkinum, men slíkt má mann næstan bara laga seg eftir.

  

- Slíkt gera vit ikki so nógv við. Fer mann, so fer mann, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.