So langt fleyg amerikanarin Tom Stuker úr New Jersy við flogfari bara í 2019.
Í 1990 keypti amerikanarin ein lívslangt ferðakort við flogfelagnum United Airlines.
Tað skrivar The Guardian.
Tom Stuker rindaði 290.000 dollarar fyri ferðakortið, sum svarar til slakar tvær milliónir krónur í okkara pengum.
Í 2019 var Stuker umborð á 373 flogferðum og ferðaðist 2,35 milliónir kilometrar. Um hann skuldi hava goldið fyri ferðirnar, hevði tað kostað honum 16,7 milliónir krónur.
Samanlagt hevur Stuker síðani 1990 ferðast 37 milliónir kilometrar við flogfari, sum hevur ført hann til yvir 100 ymisk lond.
Teir mongu kilometrarnir hava givið honum nógv ferðastig. Tey hava millum annað verið brúkt til hotelsvitur, rundsigling við ferðamannaskipið og gourmetmáltíðir í øllum heiminum.
/ritzau/