Løgreglan í Grønlandi hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri ein skottilburð, har tvey fólk fingu skaða í Tiniteqilaaq.
Hetta skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Løgreglan í Grønlandi er til staðar í Tiniteqilaaq, har skottilburðurin fór fram í morgun lokala tíð.
Ein maður skeyt fleiri skot, og tvey fólk fingu skaða av skottilburðinum.
Løgreglan í Grønlandi fekk fráboðanina um skottilburðin klokkan 06:42 lokala tíð - klokkan 08:42 okkara tíð.
Nøkur skot vórðu latin av, eftir at skottilburðurin varð fráboðaður.
Klokkan 13:34 boðaði grønlendska løgreglan frá, at tey bæði særdu vóru flutt burtur. Ein teirra er álvarsliga særdur, stendur í tíðindaskrivi.
Tiniteqilaaq er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi í Sermersooq Kommunu.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi var búðu 96 fólk í bygdini í 2020.
/Ritzau/