Løgreglan var í nátt boðsend til Vágarnar, har ein ungur maður var fullur og í ringum lag.
Ungi maðurin hevði verið keðiligur leingið, og fólkini við honum fingu nóg mikið, tá ið hann breyt ein rút.
Tey ringdu til løgregluna um klokkan 2 í nátt, sum síðani fór á staðið, og handtók mannin. Hann var tó so fullur, at løgreglan ikki hevur skuldsett hann fyri nakað enn.
Hann er í varðhaldi hjá løgregluni inntil hann er nóg væl fyri til at kunna svara spurningum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan ongantíð skuldsetir fólk, sum eru ógvuliga ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum, men ístaðin vera fólkini afturhildin av løgregluni inntil tey eru edrú aftur.
Av øðrum viðurskiftum sigur vakthavandi, at fólk hava verið ill í sær í býnum bæði í Eysturoynni og í Havnini, og løgreglan hevur lagt ímillum ávirkað fólk fleiri ferðir. Men einki politimál er staðist av hesum.