Í dag klokkan 17 fer Runavíkar býráð at viðgera áheitan frá býráðslimunum Karl Rasmussen og Bárði Kass Nielsen um at syrgja fyri, at sambýlið á Skála ikki stongir.
Karl Rasmussen verður ikki ovfarin, um tað verður nógv fólk av Skála á áhoyraraplássunum í kvøld, og tað skilst á lagnum, at skálafólk rættiliga hava mannað seg fyri at vera so mong á áskoðaraplássunum í býráðshúinum í Runavík í dag. Har plagar tað annars - sum í so mongum øðrum býráðssalum tá ið tað er fundur - at vera rættiliga tómligt:
-Hetta er nakað, sum skálafólk eru ógvuliga upptikin av. Tað sást eisini, tá ið nógvar undirskriftir vórðu handaðar sum mótmæli ímóti ætlanini at stongja á Skála. Tá ið Skála kommuna í síni tíð legði saman við Runavíkar kommunu, varð tað felt inn í sáttmálan, at sambýlið var á Skála. Fatanin hevur síðani verið, at soleiðis skuldi tað eisini vera í framtíðini. Tí var vónbrotið stórt, tá ið nevndin fyri Skálafjarðarsamstarvið gjørdi av at niðurleggja sambýlið.
Er tað ikki at koma sum ketta úr høvdatrogi nú, tá ið avgerðin er tikin um at niðurleggja?
-Tá ið vit høvdu eyka býráðsfund stutt fyri jól í sambandi við onkra eykajáttan kendist tað sum um, at býráðslimir vórðu tilvitaðir um, at avgerðin í nevndini fyri samstarvið um at stongja kemur sera illa við og verður hildin at vera órímilig á Skála. Nú vit hava reist málið í býráðnum, vóna vit sjálvandi, at tað verður samtykt, og enn er tað ikki ov seint at fáa nevndina fyri Skálafjarðarsamstarvið at broyta avgerðina. Stýrið hevur samtykt at stongja tvey sambýli. Bæði eru í Runavíkar kommunu – á Skála og á Mýrunum í Runavík – og tað undrast vit á, sigur Karl Rasmussen.
Runavíkar kommuna eigur fýra av sjey nevndarlimum fyri samstarvið. Síðani á nýggjárinum hevur Tórbjørn Jacobsen verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu og nevndarlimur í samstarvinum í staðin fyri Helga L. Petersen, sum nú er næstformaður í býráðnum.