Maður ella androida?

Filmurin Blade Runner er aftur frammi. Hesaferð sum telduspæl

Kultfilmurin frá byrjanini av 80-unum, tann hálvfilosofiski science fiction spenningsfilmurin Blade Runner, er komin sum telduspæl. Spælið er lýst sum eitt veruleikans ævintýrspæl, men tað heldur tíverri ikki. Hendingarnar verða bert í lítlan mun stýrdar av gerðunum hjá høvuðspersóninum. Afturfyri er tað eitt framúr flott og stemningsfult spæl, sum í hvussu er gamlir kennarar av filminum fara at dáma. Ljóðið er einastandandi.


LA 2019

Árið er 2019. Vit eru í Los Angeles, eitt framúr framkomið, men í allar mátar sjúkt samfelag, har einasta ljósið kemur frá neonlýsingunum og vindeygunum í háhúsunum. Býurin er fongdur við sonevndum androidum ella replikantum, sum eru robottar, ið føra seg fram, hugsa, kenna og líkjast menniskjum. Teir eru sterkari, klókari og vakrari enn menniskju, og eru tí vorðnir ein hóttan móti mannaættini. Tú ert Blade Runner, ein persónur, hvørs uppgáva er at jagstra og gera av við replikantarnar.


Dynamiskt spæl

Høvuðsspurningurin í filminum var, um ein vera, sum á allan hátt líkist menniskjanum, er eitt menniskja. Ella um ein kann oyðileggja tað sum eitt annað burturkast. Í spælinum fylgja vit evninum upp á tveir mátar.

Partvís kann ein útgera sín høvuðspersón, Blade Runner?an Ray McCoy, við ymiskum karakterum. Hann kann antin vera hin heldur harðligi maðurin, ið hugsar við revolvaranum ella hin meiri samvitskufulli, sum fer vinarliga og ansin fram. Hátturin, McCoy førir seg fram uppá, fær ávirkan á endan av spælinum. Og partvís verður býtt um uppá samleikan hjá persónunum, hvørja fer eitt nýtt spæl byrjar. Nøkur av teimum, ið áður vóru menniskju, verða nú replikantar og umvent. Tað ger í veruleikanum ikki stóra munin, men er í tó nóg mikið til, at spælið kennist nýtt, tá ein spælir tað aftur.


Eitt lætt spæl

Annars verður spælið spælt sum eitt vanligt ævintýrspæl. Og tað finnist ikki í tyngra endanum. Brúkaraflatan er sera einføld. Pílurin verður førdur runt, ein savnar lutir saman og loysir uppgávur. Uppgávurnar eru viðkomandi fyri gongdina í spælinum, og er ikki av tí slagnum, sum fær tey flestu av gevast á hálvari leið. Í veruleikanum kann tað spælast ígjøgnum eitt gott vikuskifti.


Sum í filminum

Fram um alt er Blade Runner eitt stemningsfult spæl. Ljóðsíðan er framúr og hevur uppiborið góðar hátalarar. Har er tað eyðkenda stórbýarsuðið, glopraregn og ýlandi bilar, og hvørt stað hevur síni egnu ljóð við technopoppi og serligum stemningsmydum.


Fakta

Blade Runner fyllir fýra CD?ir og setur stór krøv til telduna. Minimum er ein Pentium 90 við 16 MB RAM og 150 MB fríum plássi á harðdiskinum, eitt 2 MB grafikk kort og eina 4X speed CD-rom støð. Framleiðarin viðmælir sjálvur ein 133 MHZ prosessor, 32 MB RAM og ikki minni enn 300 MB diskpláss.