Maður doyði í eldsbrunanum

Maður doyði í samband við eldsbruna umborð á stállínuskipinum Pison í nátt

Um miðnáttarleitið kl. 23:58 fekk alarmsentralurin fráboðan um at eldur var umborð á stállínuskipinum Pison, ið lá við bryggju í Leirvík.

 

Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu var skjótt á staðnum, og kl. 02:30 var eldurin sløktur.

 

Ein 47 ára gamal maður, sum var staddur umborð á Pison, doyði av løstunum, hann fekk í samband við eldsbrunan. Tey avvarðandi eru kunnað um hendingina.

 

Fyribils kanningar á staðnum vísa, at eldurin er kyknaður miðskeiðis í skipinum í bagborðssíðu, men enn er ikki møguligt at siga nakað um ørsøkina til eldsbrunan.

 

Serkøn fólk frá Ríkispolitinum koma við flogfari til Føroyar seinnapartin í dag, og tá verða neyvar kanningar gjørdar umborð á Pison. 

 

 

Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER