Myndin er tikin í Havn um middagsleitið í gjár, tá ódnarveðrið var av tí ringasta. Her eru menn í holt við eina av fleiri uppgávum, sum vóru í Havn í gjár, og tað var Álvur Haraldsen, sum tók myndina.

Maður datt í stiga í Leirvík

Sambært løgregluni eru fólk helst sloppin rímiliga væl í mun til herviliga ódnarveðrið í gjár.

Myndin er tikin í Havn um middagsleitið í gjár, tá ódnarveðrið var av tí ringasta. Her eru menn í holt við eina av fleiri uppgávum, sum vóru í Havn í gjár, og tað var Álvur Haraldsen, sum tók myndina.

Hóast harða stormin kring landið fyrrapartin og um middagsleitið í gjár bendir alt á, at eingin álvarsligur fólkaskaði er hendur.

Tað merkir tó ikki, at onkrir smávegis skaðar ikki kunnu hava verið, men sambært løgregluni eru fólk helst sloppin rímiliga væl í mun til ódnarveðrið, sum leikaði.

Klokkan 13 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var dottin í stiga í Leirvík, og soleiðis sum løgreglan skilti, var talan um eitt fall á einar tríggjar metrar.

- Hendingin er helst farin fram í samband við bjargingararbeiði í nógva vindinum, men sambært tí, vit hava fingið at vita, stendur eftir umstøðunum væl til hjá manninum.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað serliga var frá klokkan 08.21 gjáramorgunin, at tey fingu tær nógvu fráboðaninar um skaðar, og telefonin ringdi næstan uttan steðg fram til klokkan 13.30.

- Um hesa tíðina fór luftin líka sum úr ballónini. Veðrið gjørdist betur, og tað gjørdist longri ímillum, at nakar ringdi, legði vaktleiðarin aftrat.