Tað var um trý tíðina í nátt, at fólk varnaður, at onkur rópti um hjálp uttan fyri Bursatanga undir farstøðini í Havn. Tey ringdu til løgregluna, sum kom á staðið alt fyri eitt.
Farið varð at leitað, og tað vísti seg, at tað var ein maður, sum lá á sjónum og rópti um hjálpa. Hann hevði verið áhaldsin og dottin á sjógv og slapp ikki uppaftur sjálvur.
Maðurin var fingin upp, men tá hevði hann ligið í sjónum í einar 15-20 minuttir, so hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan hevur frætt frá manninum, sum hevði tað gott.
Annars var ein bilur stolin í Havn í nátt. Tveir mans høvdu stolið bilin og rendu á eitt skelti ovast á Dalavegnum á vegamótinum við ringvegin. Menninir vóru tiknir á politistøðini og skuldsettir fyri stuldur og rúsdrekkakoyring.