Madsen aftur í Brøndby

Danska Brøndby IF hevur als ikki havt nakað gott kappingarár í ár, har teir liggja á einum 6. plássi í Superliguni. Leiðslan í felagnum hevur leingi hugsað um møguligan styrk til felagið, og fáa vend í gongdina. Fyrsti styrkurin er nú keyptur, og er talan um ein gamlan kenning í felagnum. Tað er Peter Madsen, sum áður hevur verið partur av Brøndby-hópinum, men valdi at venda til Týsklands í 2003. Seinasta felag hansara var FC Køln, har Brøndby nú hevur keypt tann langhærdi áleyparan.