Mads Rosenberg var til royndarvenjing hjá B68 síðst í Januar mánað, og gjørdi tað so mikið væl at felagið nú hevur gjørt sáttmála við danska verjuleikarin.
Mads Rosenberg er 27 ára gamal, og hevur áður spælt við AGF, Aarhus Fremad, FC Hjørring og seinast við K.A í Íslandi.
Áðrenn B68 gjørdi sáttmála við leikarin, vildi leiðslan í felagnum gjarna læknakanna leikarin, sum er eitt nýtt fyribrygdi í føroyskum fótbólti. Sum skilst var einki at fílast at í læknakanningini, og hevur B68 tí skriva undir sáttmála við verjuleikarin.
Sáttmálin við verjuleikarin er galdandi í 1 ár.