Mads Mikkelsen verður við í næsta Indiana Jones filminum
Danski filmsleikarin hevur longu havt fleiri leiklutir í altjóða stórfilmum, t.d. Hannibal og James Bond, og nú legst afturat.
Hann hevur ein leiklut í komandi filminum um Indiana Jones, og skal spæla saman við Harrison Ford og Phoebe Waller-Bridge.
James Mangold tekur nú yvir sum leikstjóri á Indiana Jones filmunum eftir Steven Spielberg, og nýggi filmurin er væntandi í 2022.
Undanfarnu filmarnir um Indiana Jones komu í 1981, 1984, 1989 og í 2008.
##med2##