Nýggjársdag andaðist Mads Berg Petersen 91 ára gamalur.
Foreldur hansara vóru Christian P. Petersen úr Gásadali og Katrina f. Larsen úr Sandagerði í Tórshavn. Tey áttu fýra børn: Frida, sum var lærarinna, Anna, sum var seymikona, Mads Berg og so Petur, sum var lærari.
Mads sleit sínar barnaskógvar á Tinghúsvegnum, har foreldur hansara búsettust. Fyrst í 1950-árunum bygdi Mads úti við Velbastaðvegin, og fluttu øll tá út hagar.
Mads hevur havt ymisk arbeiði. Hann arbeiddi m.a. í fleiri ár í Grótbrotinum undir Varða, har John Justinussen var arbeiðsformaður. Nú henda dagin, vit tosaðu um Mads, tók John soleiðis til, at tað var lætt at vera formaður, har arbeiðsfólkið var sum Mads. Í nøkur ár arbeiddi hann hjá Jensi Poulsen, múrara. Mads plagdi stundum í skemti at siga, at hann var hondlangari hjá Jensi. Men hetta sigur eisini nakað um hansara lítillætni. Hann var altíð í sínum arbeiði og síni medferð hin stilli og trúfasti tænarin og álitismaður í øllum viðurskiftum.
Seinastu arbeiðsár síni arbeiddi Mads úti á Kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Hóast pensiónsaldurin kom, so setti hann seg ikki hendur í favn. Nú hevði hann betri tíð at arbeiða á trøðni, sum dámdi honum ógvuliga væl.
Tá ið Tilhaldið fyri um leið 10 árum síðan fór undir at hava skeið í matgerð fyri pensiónistar, teknaði Mads seg til skeiðið, og har var hann hvønn mikudag fyrrapart í vetrarhálvuni til fyri einum knøppum ári síðan.
Trúgvur var hann móti Guds húsi. Tað mundi vera fáur sunnudagur, at hann ikki var í Havnar kirkju, og sat í sínum fasta sessi á aftastu brík, og eftir gudstænastuna plagdi hann fáa sær døgurða á Sjómansheiminum.
Undirritaði kennir Mads best frá arbeiðnum í KFUM og KFUK. Mads hevur verið limur í KFUM frá fyrsta degi, felagið varð stovnað í 1938. Hann var ikki tann, sum møtti á aðalfundum og slapp sær í nevnd, men hann var altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond.
Tá ið bygt var uppí KFUM í 1980-1981, kom hann ofta eftir arbeiðstíð at smíða o.a. Varð arbeitt til basar, so var hann til reiðar at smíða hjólbørur o.a. at luta burtur. Varð talan um fiskibrunn, so var hann við at skera pappír og pakka pakkarnar, so okkurt var hjá børnunum at fiska á ólavsøku.
Tá ið tiltakið – Varðmenn – sum serliga var ætlað eldri limum í KFUM og pensiónistum, varð sett á stovn, so var hann har og setti borð upp og ruddaði burtur eftir fundirnar. Eldrasamkomurnar í KFUK dámdi honum stak væl at koma til, og mong vóru tey, sum takkaðu honum fyri, at hann koyrdi tey heim eftir fundin.
Familjuna var hann góður við, og plagdi hann, tá ið hann hevði rundar føðingardagar, at fara til systrina og systurdóttrina í Danmørk at halda føðingardag. Hann var trúfastur móti vinum og kenningum.
Hetta seinasta góða hálva árið, tá ið heilsan av álvara var farin at bila, búði hann á Tjarnargarði, har hann hevði tað gott. Líka so stillisliga, sum hann hevði livað lívið, líka so stillisliga og friðsælt legði hann árarnar inn.
Guds friður veri við minninum um Mads Berg Petersen.
G. Z.