Madrid vil hava Zlatan

Real Madrid tykist als ikki steðga við sínum risa-innkeypum. Nú sigst felagið vera til reiðar at rinda tær 700 milliónirnar, sum Inter krevur fyri at leyslata Zlatan Ibrahimovic. Tað skrivar enska the Times. Blaðið skrivar tó eisini, at Real Madrid í fyrsta umfari roynir at keypa David Villa úr Valencia og Xabi Alonso úr Liverpool, men at Zlatan altso verður stóra transfer-málið, tá teir báðir eru keyptir.