Eitt av heitastu fótbóltsnøvnunum í summar hevur verið turkiski miðvallarin hjá Atletico Madrid, Arda Turan. Turan hevur í fleiri førum verið settur í samband við stórfeløg í Evropa. Serliga hevur tað ljóða, at fleiri feløg úr ensku Premier League hava víst áhuga fyri turkiska miðvallaranum. Millum annað Manchester United og Chelsea hava ofta gingið aftur.
Men tað verður einki av teimum, sum fær gleði av Arda Turan í framtíðini. FC Barcelona kunngerð í kvøld, at felagið hevur keypt turkiska miðvallarin frá Atletico Madrid.
Arda Turan kostar FC Barcelona á leið 250 milliónir krónur.
Arda Turan kann tó ikki byrja í nýggja felagnum fyrrenn fyrst í januar, tí FC Barcelona hevur í løtuni keypiforboð.