Framleiðslutrupulleikar gera, at fyrsta konsertin hjá Madonnu á hennara MDNA-konsertferð verður útsett. Spurningurin er nú, um hetta fer at hava avleiðingar fyri konsertina, sum Madonna eftir ætlan skal hava í Danmark 2. juli í ár.
Tað er bretska online-blaðið NME, ið veit at siga um seinkingina av fyrstu konsertini. Eisini veit blaðið at siga, at konsertferðin verður útsett tveir dagar. Fyrsta konsertin hjá Madonnu, sum skuldi verða í Tel Aviv 29. mai, verður ístaðin 31. mai.
Madonna skal eftir ætlan hava konsert í Parkini 2. juli, men hjá fyrireikarunum Live Nation hava tey einki frætt um, at seinkingarnar fara at ávirka konsertina í Danmark.
- Tað er rúm tíð frá seinkaðu konsertini í Tel Aviv til Madonna skal framføra í Danmark. Vit kunnu í løtuni ikki ímynda okkum, at seinkingarnar fara at hava nakran týdning fyri stóra showið hjá Madonnu í Danmark, sigur Christian Krage frá Live Nation.
Teir føroyingarnir, ið ætla sær á konsert hjá poppdrotningini, kunnu tískil framvegis gleða seg til at fara í Parkina 2. juli.










