Madonna við nýggjum staklagi

Madonna skal framføra í hálvleikinum í Super Bowl sunnudagin, men áðrenn útgevur songkvinnan eitt staklag frá nýggju fløguni MDNA.

 

Nicki Minaj og M.I.A. (á myndini) framføra eisini á staklagnum, sum hevur fingið heitið Give Me All Your Luvin, og tað er skrivað av Madonnu, Martin Solveig og Michael Tordiman, og framleitt av Madonnu og Martin Solveig.

 

Í samband við Super Bowl framførsluna hevur videolagið til staklagið fingið eitt fótbólt tema, og verður tað víst fyrstu ferð í American Idol komandi hósdag.

 

Harumframt verður eitt remix av lagnum at finna á iTunes í fýra dagar – frá fríggjadegnum til mánadagin.

 

MDNA er tikið upp í New York og Los Angeles, og við hesari fløguni hevur Madonna tikið upp samstarv við William Orbit, sum framleiddi fløguna Ray Of Light frá 1998, sum gjørdist eitt stórt hitt.