Hon er als ikki keðilig á einum palli, og hon ger ikki tey somu tingini sum onnur. Tað fingu Madonna fjepparar at vita, tá ið Madonna hósdagin vísti síni bróst í Istanbul.
Men nú sær út til, at hennara fjepparar halda hon er ov nógv av tí góða. Fjepparar hjá poppdrotningini spilla hana út á Twitter.
- Er Madonna ikki ov gomul til at vísa síni bróst á pallinum, spyr ein fjeppari.
Ein annar fjeppari skrivar:
- Hví vísir Madonna enn bróst. Tað er ikki lekkurt at síggja eina kvinnu, sum kundi verið omma tín.
Tað eru eisini nøkur kend fólk, sum hava blandað seg uppí kjakið. Piers Morgan, sum vit eitt nú kenna frá Americas Got Talent, har hann var dómari, heldur hendingina vera óhóskandi.
- Er hetta tann mest óhóskandi og óvirðiliga hendingin í tónleikasøguni, spyr hann.
Tað var meðan Madonna sang lagið Human Nature, at hon vísti síni bróst.
Tó eru tað eisini nøkur, sum eru jalig mótvegis songkvinnuni.
- Eg lesi alt hetta á Twitter um bróstini hjá Madonnu. Hví eru vit so skelkað, spyr Hollywood stjørnan Christina Applegate. Hon heldur, at tað er í lagið, at songkvinnan valdi at vísa síni bróst í Istanbul.
Hetta veit BT í dag.