Hósdagin fingu fjepparar hjá Madonnu eina uppliving fyri lívið. 53 ára gamla poppdrotningin vísti bróst, meðan hon sang sangin Human Nature í Istanbul í Turkalandi.
Madonna hevur fyrr í ár sagt, at hon ikki ætlaði at gera slíkt aftur. Áðrenn hon framførdi í Super Bowl í februar, segði hon við Jay Leno, at hon heilt vist ikki fór at vísa bróst.
Madonna er júst nú á rundferð við fløguni MDNA, og hendingin við bróstunum er ikki fyrstu ferð, at songkvinnan ger kontroversiell ting á hesari rundferðini.
31. mai framførdi Madonna í Tel Aviv í Ísrael frammanfyri franska politikaranum Marine Le Pen. Meðan sangurin Nobody Knows Me var, varð ein mynd víst á stórskíggjanum av politikaranum, sum gjørdi eitt symbol av týska nazikrossin.
Myndin varð einans víst eitt sekund, men sambært Daily Mail var tað nóg mikið til at fáa Le Pen til at hótta Madonnu við einum sakarmálið.
Hetta veit heimasíðan hjá BT.