Í november bleiv fyrstu sangurin á nýggju fløgini hjá Madonnu, M.D.N.A., almannakunngjørdur á netinum. Ein spanióli hevði hakkað seg inn á servaran, har ið allir sangirnir vóru. Madonna fer ikki at lata nakað líknandi henda aftur. Ætlanin var, at fløgan skuldi útgevast í mars. Men Madonna hevur valt at geva fløguna út, tá ið onkur annar hakkar seg inn á servaran við sangunum. Nær tað so skal vera.
Tað verður skjótt. Tá ið onkur hakkar seg inn á, og koyrir tað út. Kunnu fólk ikki bíða? Tað er ræðuligt, sigur Madonna í einari samrøðu við Graham Norton.
Hetta er tólvtu ferð, at Madonna gevur fløgu út.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð