Tað kann væl vera, at Madonna skjótt fyllir 50. Tað kann eisini væl vera, at hon og maðurin Guy Ritchie skjótt skulu skiljast. Og kanska er nýggjasta fløgan ikki líka góð sum ’Like A Prayer’. Men Madonna megnar enn sum altíð at selja ein hóp av atgongumerkjum. Longu nú eru tær flestu konsertirnar hjá henni útseldar av komandi konsertferðini ”Sticky and Sweet Tour”. Chicago, New York, Toronto og Boston hava ongi pláss eftir, og í alt hava higartil yvir ein millión fólk ogna sær eitt atgongumerki.