Madonna og Janet Jackson gera samstarv

Madonna var so hugtikin mátanum Janet Jackson heiðraði Michael Jackson í MTV-veitslu um vikuskiftið, at tær báðar stjørnurnar byrjaðu at práta um framtíðarsamstarv Um tað verður í upptøkuhøli ella á palli er enn ikki greitt. Men eftir MTV-Award veistluna segði umboðsmaðurin hjá Madonnu soleiðis.

 

-Tær eru heilt víst í ferð við at gera eitt spennandi samstarv. Í framførsluni hjá Janet Jackson vísti hon, at hon er ógvuliga væl fyri tónlistarliga. Og hvør kundi tá verið betri at framført við enn Madonna.

 

Upprunaliga hevði Madonna ætlanir um at framføra við Michael Jackson, tá ið hann skuldi fara á rundferð í London.

 

Men tann dreymurin fór í knús, tá ið Jackson doyði av einum yvirdosis tann 25. Juni.

 

Janet Jackson er nú í ferð við at leggja síðstu hond á enn eina fløgu.