Madonna hevur 8 fløgur á danska sølulistanum

Konsertin hjá Madonnu í Horsens sæst nú aftur á donsku hittlistunum, á almenna sølulistanum í Danmark hevur Madonna ikki óvæntað mest seldu fløguna í farnu viku, talan er um Confessions On A Dancefloor.

 
 Meira forkunnugt er, at Madonna hevur 8 fløgur millum tær 31 mest seldu.
Á 10 plássi liggur Im Going To Tell You A Secret, á einum deildum 14. plássi liggja Like A Virgin, Ray Of Light og Music. Like A Prayer liggur á 26. plássi, True Blue á 29. plássi og The Immaculate Collection liggur á 31. plássi. Alt í alt sera sannførandi søla av Madonnu.