Madonna eftir Bush

Tann 45 ára gamla poppstjørnan Madonna hevur nú lagt seg út í valstríðið upp undir amerikanska forsetavalið í heyst.

Í einum brævi leggur Madonna eftir stjórnini hjá George W. Bush, forseta. Hon heldur, at forsetin hevur latið fleiri møguleikar at skapa frið í krígsherjaðum økjum fara aftur við borðinum. Hon sigur eisini, at yvirgangur ella Irak er ikki tann størsta hóttanin ímóti USA. Tann størsta hóttanin er at hava eina stjórn, sum mistekur seg, sum ikki er heiðurlig, og sum er fullkomiliga samvitskuleys, skrivar Madonna.

Sjálvur mælir hon amerikonsku veljarunum til at velja demokratiska valevnið Wesley Clark til forseta í heyst. Hon sigur, at fyrrverandi NATO-ovastin er maðurin, sum kann beina USA aftur á rætta kós.