Madonna

Frits Johannesen


Madonna datt inn um dyrnar nú ein dagin. Ein heilsa frá Edvard Munch og frá Listaskálanum um eina framsýning við myndum av Edv Munch, sum letur upp fríggjadagin 9. sept kl. 16:00.. Har stóðst tú við Madonnu í tínum egnu hondum millum kjøt og blóð, ein summardag í august, meðan Kambur át skadduna í seg og legði seg á fjørðin í Munchstíli.
Edvard Munch og málningurin
Edvard Munch hevði málningin, sum hann ætlaði sær at mála, í høvdinum í fleiri vikur. Meðan hann málaði, fekk hann ofta íblástur til ein annan málning. Onkur helt, sum sat fyri hjá E. Munch, at tað var so lætt, tí hann hugdi ikki so nógv eftir einum, og kom tað meira enn so fyri, at E. Munch ikki varnaðist, tá ið tann persónurin, sum hann málaði, reisti seg og fór avstað.
Edv. Munch plagdi onkuntíð taka penslaskafitið og taka eygamát av tí, sum hann málaði, men tað var sjáldan. Tá ið hann málaði fólk, teknaði hann altíð høvdið fyrst við koli á løriftið. Var hann nøgdur við hesa strikumynd, tók hann eitt annað lørift og teknaði somu mynd um aftur og legði nakrar fáar litir á løriftið. Var hann nøgdur við hetta, tók hann aftur og setti eitt nýtt lørift upp, og gjørdi tað sama umaftur. Henda mátan brúkti Edv. Munch fyri ikki at koma burtur frá tí, sum hann ætlaði.
Tá ið hann málaði fólk, vildi hann seta síni fingramerki á myndina. Hann vildi tulka lýsingarnar av fólki í eini dýbd, sum myndatólið ikki kláraði.
Onkur helt fyri at Munch málaði spegilsmynd av sínum egna sinnalag, tá ið hann málaði manslýsingar. Myndirnar eru ofta inntonktar og glóðin í hesum lýsingunum fer inn í málningin.
- Myndirnar skulu ikki líkjast, ikki vera "andlit" av gøtuni. Manslýsingarnar skulu vera góðar, segði Edv. Munch.
- Eg eri ikki bangin fyri myndatólinum, so leingi tað ikki kann brúkast í himmalinum og helviti. Endi má fáast á tí, at mála kvinnur, ið sita og binda og menn, sum sita og lesa. Eg skal mála fólk, sum tiva og stuna, hava kenslur, elska og líða. Fólk skulu kenna tann heilaga dámin av hesum og taka húgvuna av høvdinum eins og í eini kirkju.
Málningurin
Strokini í næstan øllum myndunum hjá Edv. Munch fara sum frek æl eftir løriftinum. Fólkini standa, sum um tey og høvdu røtur í døkkari mold. Standa sum trø í kylandi loti ein summardag ella sum veðurbardar greinar ein heytsardag. Var Edv. Munch uttanlands og málaði, so vóru strokini altíð frá Oslofjørðinum í myndunum. Ringjandi endurgevingar av fjøruni við Ågård-strand, har fjøruluturin og sjóvarmalin hildu saman hendur. Ein dreymur um eitt lív við endurspeglingum í einum sálarlívi, av einari sáttargerð millum simrandi ljós og duldarfult sálarmyrkur. Flaturnar remba sær undir hansara stroki - himmal, trø, strond og fólk liva sum skrúðgongur í myndunum. Tað er eins og hesar gongur ongantíð møtast, men fara ljóðleysar hvør um aðra og leggja seg til hvíldar í útriðjuni í málninginum í friðarligum grannalag.
Mildar tungur teska vát løg í rurandi aldudragi til tang, gjar, fliður og kúvingar í út- og innsúði ein summardag fram við fjørusand í leiftrandi mánalýsi, og fólkið eigur løtuna í reyðum myrkabláum og grønum. Alt, sum eygað festir seg við á miðjum lørifti, er reint og klárt, men út við útjaðarin á myndun-um, eru skapini kám og slitin. Tað er tann stoltleiki, sum Munch hevur í sínum strokum, at ljómurin frá penslarípunum eru diggast inni í miðjuna í mynd-unum, so tað er óneyðut at prýða málningin við lítisverdum mynstri, sum kann koma at hábinda málningin og gera hann heimleysan undir kønu hond listamansins.
Miðjan er ein oasa, sum Munch leitar til. Sjónin, sum hann sær í málningunim er lognbrá, ein skygging av einum leitandi menniskja, sum roynir at finna seg sjálva í bylgjandi skeinum í hesi lítlu viðalund á oyðimarkarferð síni fram við fjøruklett og malargrót.
Hann leitaði og leitaði og hann royndi mangt og hvat í sínum royndum at tekkjast málninginum, men hesi børn vóru honum ikki altíð líðin, so hann kundi t. d. spræna máling upp á løriftið og hevði hann strítt og strevast leingi við ein málning, kundi hann taka til: "Ansa tær, ella fært tú eina innspræning!"
Børnini hjá Edvard Munch
Ja, "børnini" trinu ikki altíð dansin eftir vilja hansara, og kundi hann finna uppá at seta tey út undir takdropar, regn og sól. Hann gav teimum ein skarpan gang og rópti hetta fyri "hestakururin". Tá ið hesin tváttur fór fram í vikur og dagar, tekti honum eitt listaligt land í ljósmála, har hann aftur helt seg til at mála málningin. Hetta menti sansir hansara í endurspeglingum í litríkum skapum.
- Eg havi ikki onnur børn enn myndir mínar. Eg má hava myndirnar kring meg fyri at kunna arbeiða. Tá ið eg líti at teimum, fáa tær meg aftur at fara undir málingina. Eri eg burtur frá myndunum, verður tað bert einans til skitsur. Havi eg sent tær til framsýningar, blívi eg til ein friðleysan, látuverdan blaðlesara. Eg fái ikki rátt mær, eg má lesa tað, sum verður skrivað um mínar málningar , hóast eg eri vísur í , at tað er vandamikið at verða róstur. Eg veit, at eg má arbeiða víðari. Rós virkar lemjandi. Tað er eins og onkur stendur aftanfyri og teskar:
- Soleiðis skalt tú mála - soleiðis og soleiðis. Tá fært tú rós!
Stundum hevði hann ilt við at fáa fram í ljósi á, tað hann ætlaði at mála. Tá fór sinni við honum, og hann kundi sparka til myndirnar og skraða tær sum eitt ørt.
- Tann helvitis myndin gongur mær upp á nervarnar. Hon hevur fingið ein "hestakur" fyri og annan eftir og verður bara verri og verri. Far upp á loftið við myndini. Tveit hana har so langt út undir væðingina sum til ber.
Hetta segði hann við ein góðan vin. Men illa gekst hjá hesum manni at fáa hurðina upp, so Edv. Munch fór sjálvur í somu øði upp trappurnar, og hurðin feyk upp, og myndin var slongd inn eftir gólvinum.
- Hetta er eitt ónt barn. Eg havi roynt at gera alt við tað, sum eg kann , men tað tað er eins og eitt treiskt ross.. Trúgv mær, tað kann koma støkkandi niður trappurnar og raka meg í høvdið. Eg havi ikki frið á mær, fyrr enn tað er farið út av húsinum. Hatta er ein ræðuligur málningur.
Eftir hesa berserksgongd setti hann seg niður og turkaði sveittan av sær.
- Eg fái einki at bera til meira. Hann sparkaði til eina aðra mynd.
- Tak hana burtur. Hendur havi eg ongantíð duga mála. Eg veit væl, at eg havi ongantíð duga mála hendur.
Hendurna í lýsingunum av fólki, sum Edv. Munch hevur málað, eru landskap, sum detta burtur í einki. Hann sigur, at hendur dugur hann ikki at mála, men hann vil ikki mála hendurnar, sum tær eiga at vera. Hendurnar kunnu lættliga blíva til málningar, standmyndir í myndini og nápa frá litríku skapunum alt, og listaverkið gert til eina arkitektoniska innrás, sum livir sum einabúgvi í heildini. Nei, heldur lata hendurnar vera eitt við málningin - partar av heildini - søkka inn í hana og goyma seg burtur handan skørð og tindar í dreymføgrum litspæli..
Madonna
Myndin varð stillað út í Leipzig 1903 undir heitinum "Vøkstur kærleikans og deyði", og fremsta myndin í hesi røð var Madonna. Madonna bar eisini heitið "Elskandi kvinna", sum sveimar millum Opheliu og Salome. Henda sveimandi støðan millum vøku og svøvn, millum tað at liggja og standa, millum tað at fara undir kav og koma undan kavi og millum tað at nekta seg og fjala út yvir seg, er millum kendastu listaverk hjá Edvard Munch.
Um myndina sigur Munch sjálvur: "Andlit títt goymir at heimsins eymleika. Mánalýsið spælir sær á andlitinum, sum er fylt við vakurleika og veraldar pínslum, tí deyðin rættir hendur sínar út til lívið, og tað verður knýtt eitt band millum túsundir av deyðum ættum og túsundir av komandi ættum."
Madonna er sum eitt segl, sum drívur allan tann deyðkomna heimin við sær. Tað stendur um æsingarnar við glógvandi barm, við nalvastrong og eygnalokini eru sum mánar. Hárið er vátt av jarðarinnar vøkunáttum í sorg og sakni, og glorian gevur henni tign sum Maria Moy , ið føða skal sonin, sum skal frelsa heimin burtur úr sorg og súti. Í hesum líki fer hon um tann víðu verð á stummari nátt og í mánalýsi, meðan heimleyst ljós bilgist á pannuni, í sál og likami og fær ørskapin at darra í holdi og kjøti. Hetta er tann glógvandi Madonna - Maria Moy.

Keldur
Mennesket og kunstneren Edvard Munch av Ragnar Stange
Edvard Munch 1863 - 1944 Benedikt Taschen