Madeleine er á lívi

Spanskir agentar siga seg vera sannførdar um, at Madeleine McCann er á lívi

Tað er bretska blaðið News of the World, sum ber tíðindini frá sponsku agentunum, og hóast blaðið ber orð fyri at fara heldur lætt um sannleikan av og á, er tað ein sannroynd, at blaðið hevur verið við til at avdúka ymisk mál.

 

News of the World sigur frá spanska agentafelagnum Metodo 3, at teirra agantar eru vísir í, at Madeleine McCann er á lívi. Agentarnir siga, at gentan varð burturflutt, og at teir vita, hvør tað var, sum tók hana.

 

-Vit vita, hvørjir burturflytararnir eru, og vit vænta at finna teir skjótt, sigur leiðarin hjá agentunum, Francisco Marco, við bretska blaðið.

 

Sambært Francisco Marco hevur ein kvinna greitt frá, at hon sá ein mann koyra Madeleine McCann inn í ein vøruvogn einastaðni í Portugal tann 5. mai ella tveir dagar eftir, at gentan hvarv. Gerry McCann hevur fyrr sagt, at hann er sannførdur um, at burturflytararnir hildu eyga við Madeleine í fleiri dagar undan burturflytingini.

 

BBC vísir í kvøld eina sjónbandsupptøku við Gerry og Kate McCann, sum vinfólk teirra hava tikið upp. Løgreglan hevur noktað teimum at tosa alment um Madeleine, men á upptøkuni sita tey við hús og tosa um hana.