Madeleine er helst seld

Franska løgreglan ber ótta fyri, at Madeleine McCann gjørdist offur fyri mannahandli.

Hevur franska løgreglan rætt, bleiv tann fýra ára gamla gentan rænd við sølu fyri eyga. Serfrøðingar hjá løgregluni siga, at eysturevropeisk brotsmannalið ræna børn og selja tey í stórhandlum og á parkeringsplássum í Portugal og Fraklandi. Tey verða seld á uppboði, og franska løgreglan sigur, at fyri eitt barn sum Madeleine McCann kunnu burturflytararnir hava fingið einar 75.000 krónur.

 

Í samrøðu við Sky News sigur ein ónevnd kelda í fronsku løgregluni, at handil við smábørnum er meiri vanligur, enn tey flestu geva sær far um. Sum dømi nevnir keldan, at fyri stuttum royndi ein mamma at selja sítt egna barn norðan fyri Lisboa í Portugal, og í franska býnum Bordeaux tók løgreglan eini rumensk hjún, sum royndu at selja eina gentu á einum parkeringsplássi.

 

Tað eru tó ikki allir serfrøðingar, sum halda, at Madeleine McCann bleiv rænd, tí hon skuldi seljast. Summir serfrøðingar, sum Sky News hevur tosað við, vísa á, at tvey yngri systkin svóvu eisini í hotellkamarinum, og at mannahandilsmenn vanliga ræna tey yngstu børnini.