Made in Europe

Caroline Henderson spældi við standard jazzin, men fekk ikki veruliga veingir fyrr enn poppurin slapp á skránna, og við lagnum Made in Europe bergtók hon áhoyrararnar.

Caroline Henderson legði fyri. Danska sangarindan við svenskari mammu, uppvøkstri í New York, London og Paris og tónlistarligum støði í popduoini Ray-Dee-Ohh, var heitasta danska poppnavnið í 1995, tá frálíka lagið Made in Europe hittaði stórt í Danmark. Fløgan Cinemataztic, ið var løgd til rættis av frálíku Kasper Winding og Thomas Blachmann vann sjey virðislønir á Danish Music Awards, og seldi eitt ótal av eintøkum. Síðan trip hop kenda poppin á Cinemataztic hevur Caroline leita tónlistarliga, tó uttan veruliga at gera um seg. Tær báðar seinastu fløgurnar hava verið reinar jazzfløgur, og ummælarar hava elska tær, tó uttan at tann breiða áhoyrarafjøldin hevur tikið tær til sín.
 
Kresten Osgod í hvítari T-shirt
Tað var eisini jazzurin, ið merkti konsertina hjá Hensderson í Operahúsinum. Í svørtum strømmum kjóla, Whitney Houston hári og skóm við stórum reyðum sloyfum á, líktist hon eini diva, og á onkran hátt klæddi hetta slettis ikki annars so vøkru Caroline. Við sær hevði hon ein jazzbólk í heimsflokki, har serliga tann fantastiski trummuleikarin Kresten Osgod skaraði framúr.
Kresten Osgod, ið plagar at vera gestur á konsertum hjá Teiti, var í fyrstu helvt av konsertini heldur enn Caroline frontmaður í bólkinum. Hann var frísuttur og farin í hvíta t-shirt, meðan restin øll vóru svørtklødd, hansara kropsmál var ógvusligt, og hann spældi so markant, at Caroline bliknaði aftur í móti.
 
Poppurin klæddi henni
Tey fyrstu nógvu løgini vóru í stóran mun standard jazzur, og røddin og mátin hon var brúkt, var ikki framúrskarandi. Tað var ikki fyrr enn Made in Europe kom á skránna, at konsertin og kanska serliga Caroline vístu eitt eyka gear, hetta lagið var hæddarpunkti á framførsluni hjá Caroline, og við tí flutti hon seg úr standard jazzinum til nógv meira popputtan tónleik, við blús, gospel og soul dámi, hetta klæddi henni væl, og gav konsertini ein góðan enda.