Maddie sædd á Kýpros

Nú ljóðar aftur, at fólk siga seg hava sæð ta horvnu ensku gentuna Madeleine McCann.

Hesaferð er tað løgreglan á Kýpros, sum hevur boðað løgregluni í Bretlandi frá, at fólk siga seg hava sæð gentuna í ferðabýnum Ayia Napa í síðsta mánað. Tað skrivar bretska blaðið Daily Mail.

Madeleine McCann var trý ára gomul, tá hon hvarv úr einari íbúð í Praia da Luz í Portugal. Hon og tvey yngri systkin lógu og svóvu í íbúðini, meðan foreldrini, Kate og Gerry McCann, vóru á einari matstovu í grannalagnum.

Daily Mail skrivar, at kýpriska løgreglan hevur havt samband við bretsku løgregluna teir seinastu 14 dagarnar, eftir at ein bretskur ferðamaður hevði boðað frá, at hann hevði sæð eina gentu, sum líktist Madeleine McCann, saman við tveimum øðrum børnum og einum bretskum pari.

Bretska løgreglan hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini í Daily Mail. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at fólk halda seg hava sæð ta horvnu gentuna. Tað er bara ein mánaður síðani, at líknandi boð komu úr Brasil, og í fjør ljóðaði, at Madeleine var funnin í Ný Sælandi.