Macron sigur nei til útsetan

Franski forsetin vil hava bretar at taka støðu nú

Franski forsetin Emmanuel Macron hevur ongar ætlanir um at loyva bretum at útseta Brexit enn einaferð. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan í dag.

- Eg haldi ikki, at man skal góðtaka eina nýggja útsetan, segði hann á eini tíðindafundi í Brússel fyrr í dag, sambært Ritzau.

Bretska parlamentið skal í morgin atkvøða um eitt uppskot til eina skilnaðaravtalu, ið samráðingartoymini hjá Bretlandi og ES blivu samd um í gjár.

Um parlamentið vrakar uppskotið hjá bretska forsætisráðharranum Boris Johnson, er hann álagdur við lóg at biðja ES um loyvi at útseta Brexit fyri eina triðju ferð. Tað er í samsvar við eina samtykt hjá parlamentinum fyrr í ár, ið staðfesti, at um tað ikki eydnast at fáa eina semju í lag skal forsætisráðharrin søkja um eina útsetan av Brexit.

Boris Johnson hevur kortini sjálvur tvíhildið um, at óansæð um ein avtala verður fingið í lag, so fer Bretland úr ES 31. oktober.