Macron nærkast næsta valsigrinum

Emmanuel Macron framdi eitt politiskt bragd i síðsta mánaði, tá hann einans eitt ár eftir, at hann stovnaði sín egna flokk, En Marche, eydnaðist at vinna franska forsetavalið á Marine Le Pen, valevni hjá Front National.


Valúrslitið varð tolkað sum eitt politiskt siðaskifti í franskari søgu eftir, at Macron gjørdist fyrsti forsetin í franskari søgu, ið ikki hoyrdi til republikanararnar ella sosialistarnar, og lovaði Macron eisini veljarunum eina nýggja politiska kós.


Nýggjar tíðir í fronskum politikki, men nývaldi forsetin hevði tó ikki meira enn fingið armarnar niður eftir valið, áðrenn politiskir viðmerkjarar vístu á, at um hann ynskti at fremja nakrar veruligar broytingar, so varð neyðugt at vinna undirtøka í franska parlamentsvalinum 11. og 18. juni.


Alt bendir tó á, at hann skjótt kann hevja armarnar upp um høvd aftur í sigursgleði. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa nevniliga, at flokkurin, ið broytti navn til La République en marcheé! eftir valsigurin, hevur eina greiða leiðslu, og kann tryggja meirilutan í tinginum.


577 sessir eru í franska tjóðartinginum, og hóast flestu av valevnunum hjá nýggja flokkinum eru relativ ókend nøvn í fronskum politikki, so vísir ein nýggj veljarakanning hjá OpinonWay at LREM fær millum 335 og 355 sessir í franska tinginum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


7.882 valevnir stilla upp í 577 valdømum, og er franska valskipanin soleiðis, at um eitt valevni ikki vinnur meira enn 50 prosent av atkvøðunum í einum valdømi 11. juni, so verður eitt nýtt umfar 18. juni, har veljarar skulu velja millum tey valevnini, ið fingu meira enn 12,5 prosent av atkvøðunum í fyrsta umfari.