Macron lovar enn vakrari útgávu av Notre Dame um fimm ár

Eldurin í Notre Dame hevur víst fraklendingum samanhald, heldur Emmanuel Macron, forseti.

Tann myndaliga dómkirkjan Notre Dame skal standa klár aftur um fimm ár – enn vakrari enn hon var, áðrenn eldur kom í hana gjár.

Tað sigur forsetin Emmanuel Macron í kvøld í eini sjónvarpsrøðu.

– Vit vilja endurbyggja dómkirkjuna, so hon verður enn vakrari, og tað skal vera gjørt innan fimm ár, sigur franski forsetin.

Ógvusligur eldur herjaði Notre Dame í gjár og legði stórar partar av 850 ára gomlu dómkirkjuni í franska høvuðsstaðnum, París, í oyði.

Tað eydnaðist eisini at bjarga týdningarmiklum pørtum av kirkjuni.

Og sambært Macron forseta hevur dramatiska hendingin í gjár á mangan hátt víst fraklendingar frá síni bestu síðu.

– Í gjárkvøldið sóu vit evni okkara at fara undir eitt og at sameina okkum, sigur hann.

Í røðu síni vísti foresetin eisini til aðrar eldar, sum hava oyðilagt býir og kirkju í Frankaríki fyrr í tíðini.

– Hvørja ferð hava vit endurbygt tær, sigur hann.

Eldurin í Notre Dame varð sløktur í morgun.

Orsøkin til eldin í gomlu dómkirkjuni er enn ikki staðfest.

Brunaserfrøðingar eru í fullari ferð við at leita eftir orsøkini. Fyribils er mistankin, at tað kann vera hent eitt óhapp í sambandi við umvælingararbeiðið, sum var í krikjuni.

Nógvir fraklendingar hava víst sona sorg yvir altoyðandi eldin.

Samstundis hava franskir ríkmenn og feløg latið stórar upphæddir til komandi endurbyggingina. Yvir 600 milliónir evrur – svarandi til umleið 4,5 milliardir krónur, er higartil latið.

Millum annað hevur franski milliardingurin og handilsmaðurin Bernhad Arnaud lovað 200 milliónir evrur.

Hann eigur LVMH-bólkin, sum hevur merkivørur sum Lous Vuitton, Christian Dior, Kenzo ogeisini Dom Pérignon-campagne og Hennessy-cognac.

Eisini L’Or’eal og eigarafamiljan Bettencorut hevur lovað 200 milliónir evrur.

 

/ritzau/AFP