Tað gjørdi hann, skrivar The Independent, upp á bara 17 sekund.
Talan er ikki um met, men tað hevur minni týdning í hesum sambandi.
Hendingin fór fram um vikuskiftið, tá Macron var við til rugbydyst í franska høvuðsstaðnum París.
Toulouse vann, og Macron vitjaði í skiftingarrúminum og drakk eina corona í einum.
Tað var tikið upp á video og er nú spreitt á sosialum miðlum.
Sandrine Rousseau, sum er tjóðartingslimur fyri Tey Grønu, eru í øðini á Twitter.
– Eitrandi maskulinitetur og politisk leiðsla í somu mynd.
Jean-Rene Cazeneuve, sum er tjóðartingslimur fyri flokkin hjá Macron, Renaissance, hevur eisini verið á Twitter við sínum sjónvarmiði:
– Ein forseti, sum spreiðir gleðina við 23 spælarum og deilir siðir teirra. Tað er alt
/ritzau/










