Tað verður Karin Kjølbro, sum fer at bjóða vælkomin, og Elin Lindenskov fer at greiða frá um MachoFøroyar. Onnur fara eisini at halda røðu og annars siga nøkur orð, eins og tónleikur við Onnu Nygaard og Gipsy Train er á skránni. Altjóða Kvinnudagur er 8. mars, og í hesum sambandi verður stórt tiltak í Norðurlandahúsinum týskvøldið, sum byrjar klokkan 19.30.
Kostnaður fyri tiltakið er 150 krónur, men tá fáa fólk ókeypis cider, kips og øl í steðginum.
Sambært skránni fer Karin Kjølbro at bjóða vælkomun, og Elin Lindenskov fer at greiða frá um MachoFøroyar.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður, fer at halda røðu, og Erika Hayfield fer at greiða frá um heildarætlanina, ið snýr seg um harðskap í parlagi og nærsambondum.
Jacoba Kruse fer vegna Amnesty Føroyar at gera viðmerkingar til heildarætlanina.
Tað verður Anna Nygaard og Gipsy Train, sum koma at standa fyri tónleikinum, og Demokratia fer at kjósa vinnaran av filmskapping.
Vertinna á tiltakinum í Norðurlandahúsinum á altjóða kvinnudegnum verður Elin W. Poulsen.