Má velja millum Løgtingið ella borgarstjórasessin

Um nýggi meirilutin á Tvøroyri ynskir tað, so kunnu tey um eina góða viku krevja av Kristin Michelsen, at hann velur í millum at vera borgarstjóri á Tvøroyri ella løgtingsmaður

 

Nú er greitt, at nýggjur meiriluti er skipaður í Tvøroyrar býráð, og at listin hjá Kristini Michelsen er í minniluta. Og sjálvt um býráðið á fundi 13. februar í ár samtykti at loyva at honum at røkja báðar sessirnar, tingsessin og borgarstjórasessin, so kann hendan avgerðin nær sum helst broytast aftur. Tað avgerð nýggi meirilutin einsamallur.

 

Hetta staðfesti Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Kommunudeildini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið umsitur kommunumál, herfyri í samrøðu við in.fo

 

– Tað er ásett í kommunustýrislógini §6, stk. 2, síðsta punkt, at kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í punkt 4, tá tað umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald. Tann viðtøkan er galdandi inntil annað er samtykt, men tað er einki, ið forðar fyri, at tað verður tikið til viðgerðar aftur, segði Hilmar Høgenni.

 

Borgarstjórar eru valdir fyri alt valskeiðið, og tí ber ikki til at skifta borgarstjóra, hóast Kristin Michelsen nú er í andstøðu, men tað ber kortini til at noyða Kristin Michelsen at velja millum borgarstjórasessin og tingsessin. Um hugt verður eftir atkvøðugreiðsluni í býráðnum á Tvøroyri í februar sæst, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við, at borgarstjórin kundi røkja báðar sessirnar.

 

Javnaðarflokkurin hevur á landsfundi samtykt, at floksins umboð ikki skulu røkja løgtingssess og borgarstjórasess samstundis.

 

Hóast nýggi meirilutin ikki kann koyra Kristin Michelsen frá sum borgarstjóra, so kunnu tey koyra hann frá sum løgtingsmann, tí tey kunnu nokta honum at røkja løgtingssessin, eins og undanfarna býráð í Klaksvík gjørdi við Jógvan Skorheim.

 

Kristin Michelsen hevur eisini forbrotið seg ímóti lógum Javnaðarfloksins við at stilla upp á øðrum politiskum lista enn listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum førdi til at Javnaðarflokkurin misti valdið í Tvøroyrar býráð. Tað átti nátúrliga at merkt, at hann ikki kann stilla upp til næsta løgtingsval fyri Javnaðarflokkin.

 

Men í politikki ber alt til, so valla er síðsta orðið sagt um tað málið.