Mánadagin 3. februar verður besti filmurin í Norðanlondum beint nú sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin eitur »Maðurin við ongari fortíð«, og fekk fyrstu filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í oktober. Harafturat er hann í uppskoti til at fáa Oscar virðisløn sum besti útlendski filmur.
Filmurin er finskur, og Aki Kaurismäki hevur stjórnað. Filmurin hevur ein blues kendan farra úr stórbýarundirverðini, har tilveran, hóast avlagað og bronglað, eisini hevur glottar. Og reiðiliga tað. Í filminum verður aftur og aftur staðfest, at stjørnur glampa bert í myrkri.
Filmurin setur tey heimleysu á breddan. Hóast øll eru á tromini og bústaður er einki annað enn ein gomul bingja, so roynir hvør einstakur at halda lívinum uppi. Soleiðis er eisini við nýggja filminum, har Kaurismäki á rættan hátt hevur ein reyðan tráð av sniðfundingum, svørtum skemti.
Ein navnaleysur maður kemur við tokinum til Helsingfors. Hann verður álopin, sligin og sparkaður og missir minni. Maðurin hevur gloymt sína fortíð og er vorðin ein ikki-persónur, sum hvørki kann gerast limur í ALS, vitja bankan ella fáa lmannaveiting. Umstøðurnar noyða mannin uttan minni at klára seg sjálvan. Í hesi tiltongd varnast hann nýggjar partar av lívinum. Hann fær sær ein lítlan urtagarð og finnur stóra kærleikan í køkinum hjá Frelsunarherinum.
Í oktober, tá Norðurlandaráðið rundaði tey fimmti, setti tað eisini á stovn norðurlendsku filmsvirðislønina, og var tað hesin filmur, ið fekk hana. Ein heiður, sum allir filmsummælarar tóku undir við.
Filmurin, sum nevnist »Maðurin við ongari fortíð« verður sýndur í Norðurlandahúsinum 3. februar klokkan 19.30. Filmurin er 97 minuttir og hevur enskan undirtekst.










