Maðurin, sum eftir øllum at døma er upphavsmaður til filmin "Innocence of Muslims", er tikin í USA. Ein dómari í Los Angeles gjørdi í gjár av, at maðurin skal handtakast, tí at hann hevur brotið reglurnar um royndarleyslating eftir ein dóm, sum hann fekk í 2010 fyri svik.
Tann 55 ára gamli Nakoula Basseley Nakoula, sum sigst vera kristin egypti, hevur sambært amerikonskum fjølmiðlum skrivað tekstin til filmin og staðið fyri upptøkunum. Hann brúkti tó ikki sítt veruliga navn í sambandi við filmin, men nevndi seg Sam Bacile.
Filmurin, sum háðar Muhammed profet, fekk øði í muslimar í nógvum londum og elvdi til ófrið nógvastaðni.










