Enn hevur løgreglan í Havn ikki funnið mannin, sum eftir øllum at døma rann við øks eftir eini kvinnu uppi í Havnar Timburhandli, men spor eru at ganga eftir Kriminalløgreglan leitar framvegis eftir einum manni, sum eftir øllum at døma rann við øks eftir einari kvinnu eina náttina fyrr í vikuni.
Um hálvgum fýra tíðina hósnáttina varnaðist kvinnan, sum var til arbeiðis í Havnar Timburhandli, at ein óboðin gestur var í handlinum.
Innbrotstjóðurin gjørdist skakkur, tá hann sá, at fólk var í handlinum.
Hann fór alt fyri eitt at elta kvinnuna. Í hondini hevði hann okkurt, sum kvinnan heldur vera eina øks.
Maðurin eltir kvinnuna runt í handlinum, men henni eydnast síðani at sleppa útum. Tá tey eru komin út í tún, rýmir maðurin av staðnum, og kvinnan, sum varrættiliga skelkað, fær ringt eftir løgregluni.
Bergleif Brimvík, kriminalovasti, segði við Rás-2, at tey arbeiða við málinum, og at tey hava onkra slóð at ganga eftir.
Millum annað hava tey sæð mannin á upptøkutólinum í handlinum, sigur hann.
Meira vil Bergleif Brimvík ikki siga um málið enn.