Ì farnu viku doyði Geoffrey Corlett, sum var upphavsmaður til teir fyrstu oyggjaleikirnar, sum vóru á Isle of Man í 1985.
Manbúgvin legði lunnar undir leikirnar, sum vóru á Isle of Man í 1985 og var við á øllum leikunum fram til 2011. Geoffrey Corlett var Member and Honorary Secretary & Treasurer 1985 1993" og "Honorary Life Member & Pater Ludorum" frá 1993 í altjóða oyggjaleikafelagsskapinum.
Geoffrey Corlett gjørdist 86 ára gamal.
Geoffrey var føroyavinur burturav, og hann mintist við gleði aftur á oyggjaleikirnar, sum vóru í Føroyum í 1989.
Á myndini sæst Geoffrey Corlett saman við Heðini og Hjørdis Mortensen, sum vóru millum tey mongu føroysku vinfólkini hjá honum.
Tá oyggjaleikirnir vóru á Àlandi í 2009 hevði Rás2 eina drúgva samrøðu við Geoffrey Corlett, sum Rás2 fer at endursenda fríggjamorgun 31. august millum klokkan 9 og 10. Aftaná klokkan 10 fríggjamorgun verður ein samrøða við John Kjær, sum longu kom at kenna Geoffrey Corlett á teimum fyrstu oyggjaleikunum á Isle of Man í 1985.